HM-undanbólkur L
Montenegro – Føroyar 1-0 (0-0)
Enn einaferð taptu Føroyar seint í dystinum, og hesaferð var tað í allar seinastu løtu, seks minuttir inni í longdu leiktíðini. Vit kláraðu ikki ordiliga at rudda bóltin burtur eftir eitt innlegg, og endin varð, at Edvin Kuč frá fimm metrinum hamraði bóltin upp í nettakið.
Harvið mistu Føroyar annan dystin á rað ein javnleik, og tað er tann gamla søgan, sum so ofta hevur rakt Føroyar gjøgnum tey 35 árini í altjóða fótbólti.
Føroyar spældu annars ein sera góðan fyrra hálvleik. Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, komu Føroyar skjótt betri við í spælið, og enntá vóru okkara menn við yvirlutan meginpartin av fyrra hálvleiki.
Føroyar megnðaðu nakað so sjáldsamt sum at halda upp á bóltin, og teir frá Montenegro vóru merkiliga tamir.
Føroyar fingu nógv pláss og nógva tíð á bóltinum, og tað vóru eisini nakrar støður, sum kundu verði vandamiklar, um vit vóru eitt sindur neyvari.
Einu ferðina rímiliga tíðliga í fyrra hálvleiki, kom Petur Knudsen hampiliga skotstøðu eftir gott føroyskt spæl, men skotstøðan varð eitt sindur kroyst, og bólturin fór flatt beint fram við stongini.
Tað var annars lítil ferð á spælinum. Vøllurin var sera bleytur, tí tað hevði regnað illa í gjár, og tað sást aftur á spælinum.
Málverjarnar báðir komu eisini í trupulleikar á váta vøllinum eina ferð hvør. Fyrst mundi málverjin hjá Montenegro ikki fingið bilbugt á eini afturlegging, sum mundi enda í málinum. Seinni gleið okkara Mattias Lamhauge, tá ið hann skuldi tveita seg eftir einum bólti. Tíbetur fór skotið framvið málinum.
Í hálvleikinum komu KÍ-leikararnari Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð inn fyri Petur Knudsen og Hanus Sørensen.
Útskiftingarnar vóru spennandi í sær sjálvum, tí nú sluppu vit endiliga at síggja KÍ-greipuna, sum hevur skapt so nógv mál í KÍ.
Trupulleikan var bara, at Føroyar ikki megnaðu at halda støðið frá fyrra hálvleiki, og tí kom bólturin nærum ongantíð so langt fram, at teir báðir fingu víst teirra málsókna spæl.
Brandur Olsen varð betri vardur eftir steðgin, og Hanus Sørensen var farin út. Tað sá út til at gera, at vit als ikki kláraðu at halda upp á bóltin. Kanska var tað ein feilur at taka Hanus Sørensen út, tí hann er vanur at spæla á grasi og hevur bæði altjóða fer og bóltførleika.
Tað var sum okkara leikarar eftir steðgin ikki tordu at spæla bóltin millum sín, hóast teir fleiri ferðir hava víst, at teir megna tað. Tað sá eisini út til at vera pláss at spæla, tá ið vit komu fram um miðjuna, men ov ofta valdu okkara leikarar skeivu loysnina.
Hóast Montenegro hevði bóltin meginpartin av tíðini, so vóru teir ikki serliga vandmiklir. Teir royndu seg við nógv høgum bóltum inn fyri føroyska málið, og har vunnu okkara miðverjar allar bóltirnar, og Mattias Lamhauge hevði ikki nógv at gera.
Noah Mneney var eisini ein glotti í seinna hálvleiki, tá ið hann kom mitt inn á miðjuna og stóð seg væl bæði við og uttan bólt.
Og so endaði alt akkurát, sum tað plagar. Vit mistu stig í seinastu løtu, og okkara nýggja landsliðsvenjarapar, hevur nakað at fara heima at arbeiða við á tí sálarliga økinum, tá ið dystirnir skulu avgerast. Her manglar framvegis nakað við konsentratión til seinast bríksl, sum má gerast betri.
Alt í alt geva hesir truplu dystirnr á útvølli tó nakað av nýggjum vónum. Leikliga var nógv gott, men vit mugu tora eitt sindur betri at spæla bóltin á miðvøllinum, og tað krevur helst, at teir bólttryggu leikararnir mugu vera á vøllinum. Ein sum kann geva nýggjar møguleikar mitt á vølli, er Géza Turi, sum ikki fekk møguleika hesa fyrstu ferð hann var við í landsliðshópinum.
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF
HM-undanbólkur L
Montenegro – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0 96′ E. Kuč
Montenegro:
B. Popović – M. Vešović (69′ A. Radulović), I. Vujačić, N. Šipčić, A. Vukčević (77′ M. Vukčević) – M. Janković (69′ M. Bakić) S. Lončar (46′ E. Kuč) – A. Marušić, S. Jovetić (L), M. Vukotić (46′ D. Camaj) – N. Krstović
Á beinkinum:
M. Brnović, O. Gašević, M. Mijatović, S. Mugoša, D. Petković, S. Rubežić, M. Tući
Gult kort: 96′ M. Vukotić
Føroyar:
Mattias Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (69′ Martin Agnarsson) – Hanus Sørensen (46′ Árni Frederiksberg), Brandur Olsen, René Shaki Joensen (57′ Noah Hans Mneney), Meinard Olsen (88′ Adrian Justinussen) – Petur Knudsen (46’Páll Klettskarð)
Á beinkinum:
Ari Petersen, Bárður á Reynatrøð, Samuel Chukwudi, Hallur Hansson, Arnbjørn Svensson, Geza Dávid Turi, Poul Kallsberg
Gult kort: 32′ Brandur Olsen