Fosturforeldrafelagið heitir á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at eftirmeta fosturforeldraskipanina. Felagið heldur tað verða neyðugt at hyggja nærri at skipanini, sum hevur verið í gildi í nærum 20 ár við fáum broytingum. Fosturforeldrafelagið vil fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði
Felagið vísir á, at fosturforeldur eru ein týðandi partur av barnaverndarøkinum, tí 70 prosent av teimum 109 børnum, sum í 2023 vóru sett heiman, búgva hjá fosturforeldrum. Felagið heitir á myndugleikarnar um at gera nakað við umstøðurnar hjá bæði fosturforeldrum og teimum børnum, sum koma til fosturs.
Felagið hevði aðalfund leygardagin, og hevur valt nýggja nevnd, fingið nýtt búmerki og heimasíðu á fosturforeldur.fo.
Á aðalfundinum vóru hesi vald í nevndina:
- Annlis Bjarkhamar,
- Herdis Justesen
- Birna T. Gunnarsson
- Randfríð Skorheim Sørensen
- Marjun Sørensen
Sum eykaumboð vóru hesi vald:
- Steinvør Albinus
- Annbjørg Abrahamsen
- Eyðgerð Nattestad Hansen
- Katrin Patursson
Tað nýggja búmerkið, sniðgivið av Virka, lýsir fosturforeldur, sum opna sítt heim og síni hjørtu fyri børnum, ið hava tørv á umsorgan og tryggleika.

Fosturforeldrafelagið hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av fosturforeldrum og vilja vera ein virkin viðleikari í arbeiðinum hjá barnavendartænastunum. Felagið arbeiðir við góðum treysti fram móti at bøta umstøðurnar fyri børn og fosturforeldur.