Útflutningur fyri vanbýti av høgum tolli í Asia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskar útflutningsfyritøkur eru fyri vanbýti á asiatiska marknaðum og øðrum marknaðum, tí tær rinda høgan toll.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at tað er neyðugt við fleiri fríhandilssáttmálum, serliga við lond í Asia, har stórur eftirspurningur er eftir fiskavørum.

Hóast føroyska vinnan í 2024 seldi útflutning fyri meira enn 12 milliardir krónur, har størsti parturin var fiskur, møta fyritøkurnar stórum avbjóðingum.

Á summum marknaðum, sum Suðurkorea, rinda føroyskar fyritøkur millum 10-20 prosent í tolli, meðan kappingarneytar sum Noreg og Ísland sleppa undan.

Tað hevur við sær, at ein føroysk fyritøka, sum selur fyri 10 milliónir krónur, missir tvær milliónir krónur í inntøkum av tolli.

Um hesi viðurskifti ikki broytast, heldur Arbeiðsgevarafelagið at framtíðinhjá føroysku útflutningsfyritøkunum er óviss, og hetta kann hava stórar avleiðingar fyri føroyska búskapin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta má raðfestast hægri í politisku skipanini. Fríhandilssáttmálar kunnu tryggja javnari treytir og betri atgongd, soleiðis at føroysk fyritøka hevur møguleika at menna seg.

Tað er avgerandi, at politiska skipanin tekur stig fyri at javna kappingina og tryggja framtíðina hjá føroysku vinnuni, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.