Trump leggur 25 prosent toll á bilar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Donald Trump, forseti í USA, hevur kunngjørt, at tollur á 25 prosent verður lagdur á allar bilar, sum ikki eru framleiddir í USA. Tollsatsurin verður settur í verk tann 2. apríl.

Sambært Trump er endamálið at fáa bilframleiðslu aftur til USA og at skapa arbeiðspláss og fíggjarligan vøkstur, sum, sambært honum, er farin til onnur lond.

Trump hevur eisini hótt við at leggja toll á heilivágsframleiðslu uttanfyri USA, og hann hevur áður nevnt, at fleiri tollfyriskipanir eru á veg móti londum, sum keypa olju og gass frá Venesuela.

Tá ið tað kom fram, at Trump fer at hækka tollin á bilar, fall virða hjá amerikanskum bilframleiðarum á virðisbrævamarkninum.

ES-nevnin og Ursula von der Leyen halda ikki nógv um tollhækkingarnar hjá Trump, og meta, at tollurin skaðar bæði vinnulívið og brúkaran í USA og í ES.

ES hevur boðað frá, at nú verða avleiðingarnar av tollpolitikkinum hjá USA greinaðar. Samstundis sigur van der Leyen, at ES arbeiðir fyri at samráða seg fram til loysnir, sum verja fíggjarligu áhugamálini hjá evropeiska samveldinum.