Hesi fara at gera amboðsfimleik á Oyggjaleikum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimleikasambandið hevur tikið hesar amboðsfimleikarar út til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum í summar:

Kvinnur:

  • Anna Sofía Højsted
  • Maite Lív Neves Ellendersen
  • Marin Danielsen
  • Mia Højgaard
  • Oddvør Alberta Kimsdóttir
  • Ronja Johannesen

Menn:

  • Torleivur Christiansen
  • Ari Poulsen
  • Bjarki í Jákupstovu
  • Bjarki Johannesen
  • Bjarti Skylv Hansen
  • Rókur Sumberg Vestergaard

Úttøkan er grundað á eina nýggja skipan, sum Fimleikasambandið hevur ment. Hon byggir á trý høvuðsøki: Undanfarnar kappingar, innanhýsis kappingar og landsliðsvenjingar.

Úrslitini frá undanfarnum kappingum telja ein triðing av samlaðu úttøkuni. Ein annar triðingur kemur av innanhýsis kappingum, sum umfata bæði FIG seriur og bundnu seriurnar til oyggjaleikirnar. Seinasti triðingurin byggir á førleikamenning, arbeiðshátt og eldhuga, sum íðkararnir hava víst undir landsliðsvenjingunum.

Við hesi skipan sigur Fimleikasambandiðseg tryggja, at úttøkan er bæði rættvís og grundað á eina heildarmynd av førleikunum hjá íðkarunum.