Brúktu minni streym undir Jarðarinnar Tíma

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vit brúktu 2,5 MW minni streym meðan Earth Hour ella Jarðarinnar Tími var leygarkvøldið frá klokkan 20.30 til 21.30.

Í hesum tíðarskeiði sløktu fólk ljós og eltól, og gøtuljósini vóru eisini sløkt. Tað gav fólki møguleika at geva náttúruni gætur og at síggja norðlýsið spæla sær á stjørnuklára himlinum.

Hóast landsdystur í fótbólti var í sjónvarpinum, minkaði elnýtslan við 2,5 MW, sum vísir, at fólk veruliga tóku lut í tiltakinum.

Av samlaðu elframleiðsluni hetta kvøldið komu 57% frá grønum orkukeldum. Vatnorka var høvuðskeldan við 49%, meðan vindorka stóð fyri 6,5%.

Hin parturin var deildur millum olju, ið stóð fyri 43%, og biogass, ið stóð fyri 1,5%.

Havnarverkið í Gundadali skipaði eisini fyri einum serligum Earth Hour tiltaki, har Lena Anderssen og Niclas Johannesen framførdu akustiskt í fullsettari garasju. Konsertin fekk góða undirtøku og skapti eitt serligt huglag, meðan ljósið varð sløkt.