Kann verða neyðugt at taka bilin frá bilførara

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein bilførari varð í gjár tikin í Havn fyri at koyra bil, hóast hann ikki hevur koyrikort. Løgreglan upplýsir, at hóast maðurin longu hevur mist koyrikortið, er hetta er ikki fyrstu ferð, at hann verður tikin fyri at koyra bil uttan koyrikort.

Enn er ikki avgjørt, hvør revsingin verður, ella um málið skal fyri rættin. Í sambandi við endurtakandi brot av hesum slagnum, er møguleiki at taka bilin frá viðkomandi. Til tað krevst tó, at málið skal fyri rættin.