Nýggi frítíðarskúlin í Kollafirði tekur skap

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað gongur við fullari ferð hjá Articon at gera nýggja frítíðarskúlan í Kollafirði. Skjótt er liðugt at stoypa veggirnar í neðra, og so verður farið undir at gera gólvið og stoypa betongdekki, sum skal skildra hæddirnar av. Skúlin verður í tveimum hæddum og fevnir um í alt 415 fermetrar.

Undirhæddin verður ætlað til fundarhøli, verkstað, tøknirúm, starvsfólkarúm og goymslu. Harumframt verða reingerðarrúm og vesi eisini at finna í neðra. Í erva verða køkur, alrúm, tvey virknisrúm og tvey uppihaldsrúm, umframt goymslur og vesi. Yvirhæddin er úr timbri og verður í løtuni smíðað í elementhøllini hjá Articon á Sundi. Hetta timburarbeiðið skal setast upp um mánaðarskiftið juni-juli.

Skúlin verður bygdur á staðnum hjá gamla vatnverkinum við Botnánna, sum nú er tikið niður. Við byggingini verður alt námsfrøðiligt virksemi í Kollafirði samlað, og hetta er ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki fyri bygdina. Frítíðarskúlin verður væntandi liðugur og klárur at taka í nýtslu í novembur 2025. Samlaði byggikostnaðurin er 23 milliónir krónur.