Jack og Tyler Fletcher spæla á ungdómslandsliðunum hjá ávikavist Onglandi og Skotlandi – og báðir vóru liðskiparar í landsliðsvikuni. Teir eru 18 ár, tvíburðar og synir fyrrverandi Manchester United leikaran Darren Fletcher.
Jack var liðskipari á U18 landsliðnum hjá Onglandi, sum spældi 2-2 ímóti Kekkia, meðan Tyler var liðskipari á U19 landsliðnum hjá Skotlandi, sum spældi ímóti Póllandi.
Dreingirnir vóru føddir í Onglandi í 2007 og kundu sostatt velja antin Tær tríggjar Leyvurnar ella Skotland, haðani faðir teirra er ættaður. Darren Fletcher spældi 342 dystir fyri Manchester United í 13 kappingarár umframt 80 landsdystir fyri Skotland, sum hann eisini var liðskipari fyri. Tyler fylgir sostatt í fótasporum faðirsins, meðan Jack eltir eina fótbóltslívsleið á enska landsliðnum, hóast hann eisini hevur umboðað Skotland á ungdómslandsliði – saman við Tyler.
Í 2023 hendi tað sjáldsama, at tvíburarnir møttust á hvør sínum landsliði, tá Ongland og Skotland brustu saman.
Darren Fletcher legði gaggurnar á hillina í 2020 orsakað av skaðum og COVID-19. Hann hevur eisini vant tvíburarnar í eitt stutt tíðarskeið á U16 liðnum hjá Manchester United, áðrenn hann varð fluttur upp til besta liðið. Tvíburarnir byrjaði annars hjá arvafíggindanum Manchester City, áðrenn Teir reyðu Devlarnir keyptu tvíburarnir fyri £1,25 milliónir í 2023.
Pápin starvaðist annars sum fakligur stjóri hjá Manchester United í 2021, men mátti víkja fyri Jason Wilcox. Fletcher fortsetti kortini sum venjari, har hann tíðum sær synirnar spæla og fyri kortum sá hann teir vinna 5-0 á West Bromwich, har Jack skoraði tvey mál og Tyler legði upp til bæði.