Ein millón krónur eru játtaðar í 2025 til at gera jarðfrøðiligukanningarnar lidnar og fyrireika Gøtudalstunnilin, og sambært Landsverki kann hann prosjekterast tíðliga í 2026, treytað av játtan. Tað stendur millum annað í svari frá Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferslumálum, í svar til fyrispurning frá Terja Beder úr Javnaðarflokkinum.
Jóhan Christiansen sigur, at Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum skal knýta miðøkið og norðurøkið saman og betra ferðsluviðurskiftini.
Tó hevur politiska raðfestingin útsett verkætlanina, og aðrir tunnlar, so sum Hvalbiartunnilin og Tunlarnir Norður um Fjall, hava fingið hægri raðfesting.
Eysturoyartunnilin hevur økt ferðsluna við Skálafjørðin, men tað hevur ikki ført við sær aðra vegagerð enn Fjøruvegin, sum leiðir ferðsluna burtur frá høvuðsvegnum í Runavík og gjøgnum Saltangará og Glyvrar.
Í 2019 vórðu játtaðar 2 milliónir krónur til jarðfrøðiligar forkanningar av Gøtudalstunlinum. Nú arbeiðir Landsverk við at dagføra samferðsluætlanina, sum verður grundarlag undir at dagføra framtíðar íløguætlan.