Ársaðalfundurin hjá Ráðgevarafelagnum varð hildin týsdagin í farnu viku. Nevndarlimirnir, Árni Jakobsen og Ósbjørn Jacobsen, stóðu fyri vali, og bæði vórðu afturvaldir.
Somuleiðis vórðu tiltakslimirnir Andras Ortind og Poul Nolsøe Kjølbro Linklett afturvaldir. Í nevndini eru nú Árni Jakobsen frá SMJ, Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektar, Eyðbjørn Brimnes frá LBF, Selmar Nielsen frá SNA og Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen. Tiltakslimir eru Andras Ortind frá LBF og Poul Nolsøe Kjølbro Linklett frá Drauchke Consult Føroyar.
Ráðgevarafelagið er ein samanseting av ráðgevandi fyritøkum í Føroyum, serliga innan byggivinnuna. Endamálið hjá felagnum er at savna fyritøkurnar um felags áhugamál, styrkja samskifti og førleikamenning millum limirnar og virka sum málgagn móti myndugleikum og øðrum stovnum.
Felagið leggur dent á at menna karmar fyri vinnugreinina og arbeiðir fyri at tryggja framgongd og samstarv millum limirnar.
Aftaná aðalfundin skipaði Ráðgevarafelagið fyri einum limatiltaki, har visjónin hjá Fróðskaparsetrinum og ætlanirnar um nýggj kampushøli á Frælsinum vórðu umrøddar. Martin Tvede Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum, legði dent á týdningin hjá universitetinum í samfelagnum og nevndi framtíðar ætlanirnar um eitt nútímans lestrarumhvørvi, ið setir tann lesandi í miðdepilin.