296 milliónir fyri nýtt røktarheim í Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar býráð hevur samtykt arbeiðstøkusáttmála við Articon um byggingina av nýggja røktarheiminum við Stórubrekku. Tilboðið frá Articon er upp á 296 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Eisini er samtyktur sáttmáli við fyritøkuna Ráð um byggiharraráðgeving og leiðslu.

Røktarheimið verður størsta av sínum slag í Tórshavnar kommunu. Tað fer at fevna um 64 búpláss, dagtilboð til 50 heimabúgvandi eldri og 16 røktaríbúðir. Íbúðirnar eru tær fyrstu av sínum slagi í Føroyum, innrættaðar við serligum hentleikum og knýttar at heimatænastu, sum veitir røkt alt samdøgrið.

Byggingin, sum byrjar í 2025, verður við Dalin Langa, sum gongur niðan frá Hoyvíkshøllini, og er eitt fríøki við gongu- og súkklubreytum.

Økið er óslætt heyggjalendi, og byggingin verður lagað eftir lendinum, soleiðis at bú- og starvsfólk fáa besta møguliga útsýni. Útsýnið er bæði eystur móti Nólsoynni og vestur móti Dalinum Langa og grannalagnum. Somuleiðis kann røktarheimið samvirka við rehabiliterings- og umlættingardeplinum URD, ið liggur tætt við.

Í tøttum samstarvi við brúkarar og umsiting hevur ráðgevaratoymið EYA/CUBO staðið fyri verkætlanarkapping, prosjektering og heildarráðgeving. Verkætlanin leggur dent á heimligar og tryggar karmar við smáum túnum. Eisini veðrur stórkøkur, og fysio- og ergoterapi í bygninginum.

Byggingin er samanhangandi og minnir í útsjónd og skapi um føroyska sethúsabygging við stílreinum og stillisligum dámi.

Metta byggitíðin er 2 ár og 8 mánaðir, og røktarheimið skal standa liðugt í seinnu helvt av 2027.

Røktarheimið við Stórubrekku skal byggja í hesum økinum aftanfyri Føroya Tele.