Í 2023 vendi J&K Petersen einum undirskoti í 2022 á 32 milliónir krónur til yvirskot á 7,7 milliónir krónur, og góða gongdin helt fram í 2024, og byggifyritøkan hevði yvirskot á 7,5 milliónir krónur.
Føroyska byggifyritøkan, sum hevur 50 ár á baki, hevur við hjálp av einari turn-around ætlan havt svørt tøl á botnlinjuni seinastu tvey árini. Hetta er eitt úrslit av stórum broytingum, sum leiðslan hevur framd, síðan ætlanin varð sett í verk í 2022.
Stjórin, Sigtór A. Petersen, leggur dent á, at starvsfólkini hava havt avgerandi leiklut í at venda gongdini:
– Talan hevur verið um nógvar og stórar broytingar, og hesar vóru ikki gjørligar uttan ein eldhugaðan og væl virkandi starvsfólkahóp.”
Í 2024 varð rakstrarúrslitið betrað við 2,8 milliónum krónur, hóast nettosølan minkaði við 24,2 milliónum krónur. Leiðslan upplýsir, at rakstrarvirksemi felagsins hevur givið ein positivan peningastreym á 15,9 milliónir krónur, og hevur hetta viðført, at gjaldføri felagsins nú er á einum nøktandi støði.
Nevndarformaðurin, Christian Andreasen, er sera fegin um, at fyritøkan hevur varðveitt hesa góða gongd, og nevndin heldur fram í óbroyttari manning.
Í dag starvast umleið 135 fólk hjá J&K Petersen.