Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at farið verður undir at byggja næmingaheim við Heilsuskúla Føroya. Hann hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um ætlanir eru um bygging av næmingaheimi.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Dennis Holm, at tørvurin á útbúgvingum innan heilsu- og vælferðarøkið er stórur, og at fleiri betrimøguleikar fyri at fáa bústað kunnu fáa fleiri næmingar til útbúgvingarnar. Í 2011 varð gjørt eitt ítøkiligt tilmæli um bygging av næmingaheimi við Skúladepilin í Suðuroy, sum skal lætta um hjá lesandi at finna bústað í lestrartíðini og styrkja leiklutin hjá Skúladeplinum í lokalsamfelagnum.
Eisini sigur Dennis Holm, at ávirkanin av uppskotinum um løn undir útbúgving er longu sjónligt við metstórum umsøkjaratali til heilsurøktaraútbúgvingina í ár. Nú vónar hann, at landsstýrismaðurin tekur stig til at fremja hetta tilmælið, soleiðis at enn fleiri velja Heilsuskúla Føroya.