Landskassin fer at hava eitt hall á 252 millónir krónur komandi ár um einki verður gjørt. Tað vísa játtanarkarmarnir fyrifíggjarlógina fyri 2026, sum eru lagdir fyri tingið í dag.
Játtanarkarmarnir fyri Løgtingsfíggjarlógina fyri 2026 áseta ein samlaðan útreiðslukarm upp á 7.886 milliónir krónur, har rakstrarkarmurin er 7.236 milliónir og løgukarmurin 650 milliónir.
Samlaðar inntøkur verða mettar til 7.634 milliónir krónur, og hallið verður sostatt 252 milliónir krónur.
Landsstýrið ætlar tó at fremja átøk fyri 55 milliónir krónur fyri at tálma hetta hall.
Í viðmerkingunum til játtanarkarmarnar verður sagt, at demografiskar broytingar leggja trýst á landskassan.
Talið av fólki yvir 80 ár veksur við umleið 100 fólkum árliga, ið hava við sær øktar útreiðslur til heilsuverkið og pensjónir. Í framskrivingini fram til 2030 verður økt trýst á almanna- og heilsuøkið nevnt sum høvuðsorsøkin til rakstrarvøkstur. Í fíggjarlógini stendur, at útreiðslurnar til fólkapensjónir vaksa orsakað av fleiri pensjónistum og hækkandi pensjónsútreiðslum.
Løgtingsfíggjarlógin fyri 2026 leggur dent á langskygni í íløgunum, eitt nú Suðuroyartunnilin, nýggjar bústovnar og eina talgilda heilsuskipan, sum skal avloysa verandi skipan í 2028.
Útreiðslurnar til talgildu heilsuskipanina verða mettar til 200 milliónir krónur. Eisini verða stórar upphæddir settar av til dagføring av ferjuflotanum og bygging av nýggjum ferjum.
Framskrivingarnar vísa, at landskassin fer at hava hall fram til 2030, um einki verður gjørt. Í 2026 verður arbeiðið við fíggjarpolitiskum regluverk raðfest, við mátanum at tálma útreiðsluvøksturin til í mesta lagi 4 prosent. Frá 2027 til 2030 verður roknað við føstum prísum, har lønar- og prísvøkstur ikki er íroknaður. Landskassin byrjar at vísa avlop í rakstrinum, um raðfestingar verða samsvarandi tálmaðar.