Ferðavinnan umsitur nú fyri 1 milliard

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska ferðavinnan setti met í 2024. Tá rakk samlaða virðið á útflutningi í vinnuni eina góða milliard krónur. Tað sigur Visit Faroe Islands í ársfrágreiðing síni.

Víst verður millum annað í ársfrágreiðingini á, at føroyska ferðavinnan, sum er ein útflutningsvinna, ið gevur útlendskt gjaldoyra til føroyska samfelagið, nú fyri fyrstu ferð hevur rokkið meira enn 1 milliard krónur í samlaðum útflutningi.

Umsetningurin frá útlendskum ferðafólkum gjørdist gott og væl 1 milliard krónur samanborið við 980 milliónir. krónur í 2023.

– Sostatt er málið, sum varð sett út í kortið í 2012 nú endiliga rokkið, fýra ár seinkað, og orsøkin er millum annað korona, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Gurið Højgaard.

Ferðavinnan stendur nú fyri 6,8 prosentum av føroyska útflutninginum og er 3. størsta útflutningsvinna í Føroyum – aftaná fiskivinnuna og alivinnunnuna.

Virðisøkingin, brutto, varð 370 milliónir krónur í 2024, samanborið við 349 milliónir í 2023.

Ferðafólkatalið í Føroyum í fjør var 130.000, og tað er nakað tað sama, sum í 2023. Talið á arbeiðsplássum í vinnuni er mett til 690 ársverk.

Samstundis verður mett, at í minsta lagi 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni íalt í 2024. Tá eru til dømis útleigarar av stutttíðarleigu ikki tikin við.

Umleið 70 prosent av starvsfólkunum í ferðavinnuni eru kvinnur.

Stjórin í VisitFaroeIslands sigur í frágreiðingini, at hon fegnast um at ferðavinnan nú hevur rokkið aðalmálinum um 1 milliard krónur í umsetningi og sostatt í enn størri mun er við til at fjøltátta føroyska búskapin.

– Serliga hugaligt er tað at síggja, hvussu ferðavinnan í dag skapar virði og arbeiðspláss kring alt landið, samstundis sum hugurin at gerast partur av hesi vinnu, alsamt veksur, sigur Guðrið Højgaard.