Tað verður ókeypis at ferðast við oyggjaleiðum hjá Strandfaraskipum Landsins, um tú ferðast heilt nógv. Tað er ein av broytingunum í nýggja prísbygnaðinum hjá Strandferðsluni, sum verður settur í verk týsdagin 8. apríl.
Strandferðslan boðar í kvøld frá, at eftir 18 ár við óbroyttum prísum, verða ferðaseðlaprísir nú dagførdir.
Pendlarar við árskorti fáa stigvíst lækkað prísin. Fyri hvørjar 10 túrar lækkar prísurin 15 prosent, heilt niður í 50 prosent. Ferðast tú heilt nógvar túrar, verður tað ókeypis.
Nýggi prísbygnaðurin fyri akfør verður grundaður á, hvussu nógv pláss akfarið tekur á dekkinum.
Hjá teimum, sum eru búsitandi í Føroyum, men ikki pendlarar, hækkar prísurin einvegis við 10 krónum – tilsamans 20 krónur t/r.
Hinvegin hækkar prísurin fyri ferðandi, sum ikki búgva í Føroyum. Fólk til gongu rinda nú 75 prosent meira enn føroyingar, og akfør 50 prosent meira.
Samstundis hækka allir ferðaseðlar á bygdaleiðum við 5 krónum.
Keyp av ferðaseðlum skal nú fara fram umvegis bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni. Ferðandi, ið ikki brúka snildfon, kunnu tó framvegis í samráð við Strandferðsluna keypa sær eitt kort at ferðast við. Strandferðslan hevur eisini samstarvað við Talgildu Føroyar, og skjótt verður ein QR-kotu-skipan tikin í nýtslu.
Hesar broytingar eru partur av ætlanini at tryggja Strandferðsluni fleiri inntøkur, sambært fíggjarlógini fyri 2025. Samgonguskjalið leggur harumframt upp til eina endurskoðan av prísunum fyri útlendingar.