Sethús í Havn kostaðu 4,15 milliónir í miðal í fjør

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sambært Hagstovu Føroya vóru sethúsini í Havn í miðal seld fyri 4,15 milliónir krónur í fjør. Tað er hægsti prísur nakrantíð, eftir eina lítla lækking í prísinum í 2023.

Seinastu tíggu árini eru sethúsaprísirnir í Havn umleið tvífaldaðir. Fyri tíggju árum síðan kostaðu eini sethús í Havn í miðal umleið 2,1 milliónir krónur.

Eisini í bólkunum “Størri bygdir og býir” og “Smærri bygdir” hækkaðu prísirnir í 2024, og kostaðu sethúsini uttanfyri Havnina umleið 2,2 milliónir í miðal í 2024.

Prísirnir í størri bygdum og býum eru meira enn tvífaldaðir seinastu tíggju árini. Í 2015 kostaðu tey í miðal umleið 1,05 milliónir krónur.

Eisini í smærri bygdum er miðal prísurin meira enn tvífaldaður. Í 2014 kostaðu sethús í smærri bygdum í miðal umleið 850.000 krónur, og í dag kosta tey sum nevnt umleið 2,1 milliónir krónur.

282 sethús vóru seld í Føroyum í fjør, 79 í Havn, 95 í størri bygdum í býum og 109 í smæri bygdum Tað er nakað fleiri enn í 2023, tá 264 sethús vóru seld.



Hagstovan sigur, at bústaðarprísirnir eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri. Tí verða hesi ikki tikin við:

  • Grundøki
  • Íbúðir
  • Hús á grundøkjum minni enn 250 fermetrar
  • Hús á teimum størstu grundøkjunum, tí har kann roknast við, at grundstykkjaprísurin er stórur partur av søluni
  • Hús, ið ikki verða hildin at umboða marknaðartreytir, t.d. serliga lágir prísir í sølum millum familjulimir
  • Hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu

Á henda hátt skuldu tølini umboðað prísin á miðalsethúsum í fríum handli.