Fyri ellintu ferð í fýra ár og áttandu ferð síðan desembur í 2023 er farið at goysa á Reykjanesi í Íslandi. Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið RUV.
Gosið fór at goysa í morgun umleið klokkan 11 føroyska tíð. Sambært íslendsku veðurstovuni broytist gosið brátt frá at vera undir jørð til eitt sjónligt eldgos.
Gosið hesaferð er nakað norðaligari enn undanfarin gos, og og grótbræðingin er farin upp um verjumúrarnar, sum verja Grindavík. Grótbræðingin rennur nú móti Grindavík.
Gosið er tó ikki so ógvusligt, og serfrøðingar vóna at tað steðgar, áðrenn bræðingini nær Grindavík.
Bert fá fólk búgva í Grindavík eftir mongu gosini seinastu árini. 40 teirra eru flutt úr Grindvík í morgun, men nøkur fá hava valt at vera verandi.
Her síggjast beinleiðis myndir av gosinum frá RUV