Ruth er nýggj forkvinna í Megd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ruth Thomsen er nýggj forkvinna í Megd. Á alfundinum í mánakvøldið, varð hon vald til forkvinnu uttan avkvøðugreislu, eftir at Tóra við Keldu, sum hevur verið forkvinna í mong ár, hevur valt at takka fyri seg.

Í starvsnevndini sita nú:

Ruth Thomsen, forkvinna
Sonja Tausen
Anna Dahl-Olsen
Johnny Olsen
Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, er skrivari

Sum tiltakslimir vóru valdar Naina Túgvustein og Julianna Tórunnardóttir. 

Úr starvsnevndini fóru Fía Petersen, Bjørg Dam og Elna Dam Dahl-Olsen.


Í dag hevði Ruth Thomsen sín fyrsta arbeiðsdag, sum nýggj forkvinnuna í Megd. Hon varð boðin vælkomin av fráfarandi forkvinnuni av fráfarandi forkvinnuni, Tóru við Keldu.

Ruth Thomsen sigur, at hetta er ein spennandi tíð, og nógv er at arbeiða við.

Fyrsta tíðin verður, sum vera man, brúkt til at seta seg inn í verandi viðurskifti, og setast skulu síðan nýggj mál, samstundis sum tað so ella so verður byggt víðari á tað, sum longu er sett út í kortið. 

Á heimasíðuni hjá Megd eru fleiri myndir frá aðalfundinum hjá felagskapinum.