Pensjónsaldurin skal ikki hækkast. Tað staðfestir Fakfelagssamstarvið í eini yvirlýsing, har tað verður víst á, at ein hækking fer at skapa ójavna og óneyðuga strongd hjá nógvum løntakarum.
Serliga verða tey í kropsliga og sálarliga krevjandi størvum rakt. Hesi hava ofta arbeitt hart í nógv ár, og tey hava ikki altíð orku til at halda fram út yvir núverandi pensjónsaldur. At krevja tað hevði verið órættvíst.
Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, heldur Fakfelagssamstarvið, at skipanin við fráfaringaraldri eigur at endurskoðast. Tað skal geva fólki møguleikan at sjálvi velja, nær tey vilja leggja arbeiðið frá sær – eftir egnum ynski og orku.
Fakfelagssamstarvið mælir tí til, at eitt trípartasamstarv millum fakfeløg, politisku skipanina og arbeiðsgevarafeløg verður skipað. Málið er at menna ein munagóðan eldrapolitikk, sum tryggjar eitt meira rættvíst og javnt arbeiðslív fyri øll.