Heilsustøðan hjá føroyingum er versnað, millum annað tá ið tað kemur til yvirvekt, rúsdrekkanýtslu og trivnaðinum hjá ungum. Tað eru nakrar av niðurstøðunum í stóru heilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023.
Fyrrapartin legði Heilsustýrið fram frágreiðing við úrslitum úr kanningini, ið millum annað lýsir trivnað, heilsuatferð og sambandið millum fíggjarstøðu og heilsu.
Nýggjastu úrslitini vísa, at prosentparturin av føroyingum, sum roykja, stendur í stað, meðan færri ung roykja dagliga samanborið við fyrr. Kortini eru tað nøkur øki, sum krevja serligan ans, eitt nú heilsan hjá ungum, yvirvekt og rúsdrekkanýtslu.
Onnur úrslit eru betri. Til dømis meta 87 prosent av føroyingum heilsustøðuna at vera góða, sera góða ella avbera góða, og færri eldri enn 74 ár kenna seg einsamøll samanborið við danskar kanningar. Tað vísir, at Føroyar hava serligar styrkir innan trivnað hjá teimum eldru. Somuleiðis hava ymisk heilsuátøk havt góða ávirkan á summi øki, hóast onnur kunnu betrast.
Málið við kanningini er at savna vitan og greiningar, sum kunnu bøta um fólkaheilsuna. Við støði í hesum upplýsingum verður møguligt at seta inn við heilsuátøkum og eftirmeta virknaðin av undanfarnum tiltøkum. Harvið verður lættari at raðfesta økini, sum hava størstu ávirkan á fólkaheilsuna.