,

Hákun og Füchse eru í fjórðingsfinaluni í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum eru komnir víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League, eftir samanlagdan sigur móti pólska liðnum Kielce.

Hákun West av Teigum spældi allan seinna hálvleik og skoraði eitt mál í 37-37 javnleikinum í kvøld. Füchse vann fyrra dystin 27-33, so teir komu rímiliga greitt víðari.

Beint fyri hálvleik var Kielce frammanfyri við fýra málum, men danski stjørnuleikarin Mathias Gidsel minkaði í seinasta sekundinum til 21-24.

Seint í seinna hálvleiki førdi Kielce 31-35, men so tveittu teir tveir bóltar burtur, sum kostaðu mál í hinum endanun, og so var dysturin avgjørdur.

Í fjórðingsfinaluni spælir Füchse móti Aalborg Handball. Fyrsti dysturin verður um tríggjar vikur.