Trump áleggur Føroyum 10 prosent í tolli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Donald Trump hevur í kvøld kunngjørt nýggjar tollsatsir á útlendskar vørur, og tað hevur stóra ávirkan á heimsmarknaðin.

Við einum stórum uppslagi í Rósugarðinum framman fyri Hvítu Húsini vísti Trump, hvussu nógv ymisk lond skulu gjalda í tolli. Føroyar verða ikki nevndar á listanum, og tað merkir helst, at føroyskar vørur verða álagdar 10 prosent í tolli, tí tað er minsti tollur, sum verður lagdur á allar vørur, sum verða fluttar inn til USA.

ES-vørur verða álagdar 20 prosent í tolli, norskar vørur 15 prosent, Ísland 10 prosent, meðan kinesiskar vørur fáa 34 prosent og vietnamesiskar vørur heili 46 prosent.

Trump segði, at tollsatsirnir samsvara við, hvussu nógv onnur lond krevja av USA í tolli og tær handilforðingar, sum londini áseta. Hann nýtti orð sum “fremmandir djóraátarar” fyri at lýsa støðuna. Hann sigur seg grunda hetta á, at summi lond hava hægri toll á amerikanskar vørur, enn USA hevur á vørur frá hesum londum.

Nýggju tollsatsirnir koma í gildið frá 4. apríl fyri summi lond, meðan onnur verða rakt 9. apríl. Hetta fer at ávirka nógvar fyritøkur, sum skulu tillaga seg til nýggjan veruleika.


Allur listin

LandNýggjur tollur frá USA
Kina34%
Evropeiska Samveldið20%
Vjetnam46%
Taivan32%
Japan24%
India26%
Suðurkorea25%
Tailand36%
Sveis31%
Indonesia32%
Malaysia24%
Kambodja49%
Stóra Bretland10%
Suðurafrika30%
Brasil10%
Bangladesj37%
Singapor10%
Ísrael17%
Filipsoyggjar17%
Kili10%
Avstralia10%
Pakistan29%
Turkaland10%
Sri Lanka44%
Kolombia10%
Peru10%
Nikaragua18%
Noreg15%
Kosta Rika10%
Jordan20%
Dominikanska Lýðveldið10%
Sameindu Emirríkini10%
Nýsæland10%
Argentina10%
Ekvador10%
Guatemala10%
Honduras10%
Madagaskar47%
Myanmar44%
Tunisia28%
Kasakstan27%
Serbia37%
Egyptaland10%
Saudiarabia10%
El Salvador10%
Fílabeinsstrondin21%
Laos48%
Botsvana37%
Trinidad og Tobago10%
Marokko10%
Kelda: Newsweek