28 bólkar og einstaklingar kappast í Sement 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygarkvøldið verður fyrsta umfar av tónleikakappingini Sement 2025 í Reinsarínum í Havn.

Í ár eru 28 bólkar tilmeldaðir, og Tórsgøta skrivar á Facebook, at í ár hava vit alt frá Klaksvík til Suðuroy, vit hava tilflytarar, og vit hava eitt breitt tónleikaspenni – frá singer songwriter og hørðum rokki til gangsta rap og elektroniskan tónleik.

Bólkarnir í 1. umfari eru:

  • AWL
  • Gjáir
  • Karla Hansen
  • Ókendir
  • Solstice
  • Doysin‍
  • Jarhzé
  • Novacaine

Vertur í ár er Filip Mortensen, og dómarar eru Kristian Blak, Jenný Kragesten, Michael Antony Charles, Elinborg Pálsdóttir og Danny Baldursson.

Vinnarin av Sement fær 30.000 krónur, meðan nummar 2 og 3 fáa 20.000 og 10.000. Eisini verður onkur luttakari valdur at spæla á G! og á Spot festivalinum.

Hetta er 16. ferð at kappast verður í Sement, og hevur kappingin fostrað nøvn sum Hamferð, Tamara og Aggrasoppar, ið øll hava vunnið Sement.

Endamálið við Sement er at geva føroyskum tónleikarum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin og samstundis geva áhoyrarunum eina framúr uppliving við serligari dygd og kreativari styrki.

Bólkar og einstaklingar, sum eru við í Sement, skulu vera føroyskir ella staðsettir í Føroyum, og løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður. Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum. Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki.


Sementvinnarar síðan 2010

2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð