Tórbjørn Jacobsen væntar ikki, at hendan samgongan verður samd um at gera nakað við langtíðarhaldføri, og hann fer so langt, sum at siga, at hann væntar nýval í næstum.
Tað kom fram í sendingini Stjórnin á FM1 mikudagin, har teir tríggir, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariassen og Jóannes Ejdesgaard, tosaðu um avbjóðingarnar við fíggjarliga langtiðarhaldførinum í landshúsarhaldinum.
Teir tríggir tyktust nokk so samdir um, at tað verður torført hjá hesari samgonguni at gera nakað við langtíðarhaldføri, tí tað er ov stutt til komandi løgtingsval, sum verður í seinasta lagið í desembur 2026.
Serliga var Tórbjørn Jacobsen greiður í sínum máli, og hann væntar ikki, at hendan samgongan fer at megna at gera nakað, og hann er bangin fyri at eingin í politisku skipanini fer at megna at gera nakað, fyrr enn ein kreppa noyðir okkum til tað.
Tórbjørn Jacobsen helt eisini, at sparingin á 55 milliónir, sum samgongan ætlar at fremja, er sera lítið á eini fíggjarlóg á 7,2 milliardir krónur. Og hann helt eisini, at tað er fuskarbeiði hjá Ruth Vang at koma við modellum, sum geva javnvág í 2028, uttan at siga, hvussu tað skal gerast
Jóannes Ejdesgaard vísti á langtíðarhaldføri er komið skjótari inn á okkum enn væntað. Hann heldur tó ikki, at tað er mangul upp á uppskot, hvussu tað kann sparast, men politiski viljin og politiska styrkin manglar, og tí hendir einki áðrenn eitt løgtingsval.
Heðin Zachariassen vísti á, at hendan samgongan skuldi fylla kassarnar, men tey hava koyrt við undirskoti alla tíðina. Hann vísti eins og Tórbjørn Jacobsen á, at eitt excel-ark flytir einki.
Teir tríggir tyktust samdur um, at einki verður gjørt, fyrr enn ein breið samgonga við trimum stórum flokkum verður skipað eftir komandi løgtingsval.