Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála við Articon um røktarheimi í Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna og Articon hava skrivað undir sáttmála um byggingina av nýggja røktarheiminum við Stórubrekku í Hoyvík. Eisini eru sáttmáli undirskrivaður við fyritøkuna Ráð um byggiharraráðgeving og leiðslu.

Verkætlanin fevnir um eitt røktarheim við 64 búplássum, dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi, og 16 røktaríbúðir, ið verða tær fyrstu av sínum slag í Føroyum.

Hetta verður størsta røktarheim í kommununi, og byggingin skal tryggja, at búfólk kenna seg bæði heimlig og trygg. Smá vard tún og útirúm, stórkøk, vaskarí og hentleikar sum fysio- og ergoterapi verða ein partur av verkætlanini.

Byggingin byrjar á vári 2025 og væntast liðug í seinnu helvt av 2027. Sáttmálin við Articon, sum Tórshavnar býráð samtykti í farnu viku, er á á 296 milliónir krónur uttan MVG.