Nýggja B36 basti tannleysum meistarum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn
B36 – Víkingur 1-0 (1-0)

B36 byrjaði betri í Gundadali, og teir gjørdu tað torført hjá Víkingi at spæla bóltin.

Yvirvágin gav úrslit, tá ið eitt korter var spælt. Bólturin kom úr vinstru síðu, og á brotsteigarmarkinum beint framman fyri málið, setti Bergur Poulsen eitt innarasíðu langskot í málið hjá barndómsfelagi sínum.

Eftir málið yvirtók Víkingur alt spælið, og nakrar ferðir hóttu teir móti málinum, men veruliga vandamikið var tað ikki.

Best sum Víkingur trýsti, varð Bergur Gregersen liggjandi á vøllinum eftir ein nærdyst. Beinanvegin var greitt, at okkurt álvarsamt var hent. Dysturin var nú steðgaður í umleið eitt korter, áðrenn sjúkrabilurin fór av vøllinum við Bergi. Hending sá púra tilvildarlig út, og einki ljótt spæl var knýtt at hendingini.

Tá ið dysturin byrjaði aftur, hevði B36 aftur yvirvág eina løtu, áðrenn Víkingur aftur tók yvir, og millum annað hevði Jákup Johansen ein rimmar møguleika, men hann skallaði beint á Silas Eysteinsson í málinum hjá B36.

Hóast Víkingur royndi, so høvdu teir ikki nakað veruligt at svara aftur við í seinna hálvleiki. Teir royndu at spæla bóltin runt og opna verjuna hjá B36. Men tað var bara einki bit í álopinum hjá meistarunum, sum als ikki eru at kenna aftur.

Saknurin í Géza Turi sær út til at vera stórur, og tann neyvleikin og orkan, sum hevur eyðkent Víking seinastu tvey árini er heldur ikki har. Víkingur má eins og nógvir aðrir meistarar ásanna, at ofta er torført at samla neyðugu orkuna kappingarárið eftir.

Víkingur hevði kortini ein gyltan møguleika at javna, tá ið Sølvi Vatnhamar skallaði á yvirleggjaran, og Poul Kallsberg sendi returin beint á Silas Eysteinsson.

Móti endanum av dystinum var nærri við, at B36 økti, enn Vikingur javnaði.

Fyri B36 merkir hesin sigurin og tann móti TB seinasta umfar, at kappingarárið eru um at koma á rætta lagið, eftir tveir ósigrar fyri NSÍ og KÍ fyrstu tvey umførini. Spælið er kanska ikki so flótandi enn, men stríðsviljin er sera góður, og liðið er sera væl skipað. Næsta royndin í landskappingini er móti HB, og tá kann B36 veruliga vísa at dugur er í teimum.


Betrideildin menn
B36 – Víkingur 1-0 (1-0)