4. umfar í Betrideildini: NSÍ buldrar víðari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

4. umfar í Betri deildini hjá monnum var spælt í dag. NSÍ, KÍ og HB hava framvegis fult stigatal, og FC Suðuroy vann sín fyrsta dyst í bestu deildini síðan 2015.


NSÍ helt fram við álopsspæli og nógvum málum móti 07 Vestur. Klæmint Olsen legði NSÍ fram um eftir seks minuttir, og Emil Weihe Joensen økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Nicolai Møller Dohn minkaði um munin beint fyri hálvleik, men NSÍ var bara nógv betri og í seinna hálvleiki skoraði Klæmint Olsen tvær ferðir afturat, og stórskjúttin er veruliga funnin aftur á rætta lagið og hevur skorað 8 mál fyrstu fýra dystirnar.


Hjá KÍ tók eina løtu, áðrenn teir komu fram um móti B68, sum kláraði at standa í móti allan fyrra hálvleik. Men í seinna hálvleik skoraðu Hallur Hansson og Jóannes Danielsen, og KÍ vann ein uppibornan sigur.


HB vann eisini sannførandi móti EB/Streymi á Eiði. Emil Grøn Pedersen skoraði longu í triðja minutti, og Dan í Soylu setti brotsspark í málið mitt í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Jákup Thomsen til endaliga úrslitið 3-0 við sínum fjórða málið hetta kappingarárið.


Í Vági vann FC Suðuroy dystin um Suðuroynna 1-0 móti TB. Hetta er fyrsti sigurin hjá FC Suðuroy í bestu deildini síðan 2015. Dánjal Gotfred skoraði málið beint eftir hálvleik, og hóast TB legði stórt trýst á málið hjá FC Suðuroy móti endanum av dystinum, so megnaðu menninir frá sunnaru hálvu av Suðuroynni at halda tørn, og frøin var øgilig vestri á Eiðinum, tá ið dómarin floytaði av.


Dysturin millum B36 og NSÍ verður viðgjørdur í serstakari grein: Nýggja B36 basti tannleysum meistarum




B68 – KÍ 0-2 (0-0)



B36 – Víkingur 1-0 (1-0)