Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu fáa leiðara fulla tíð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Allir dagstovnar í Tórshavnar kommunu fáa nú játtan til ein leiðara burturav. Hetta kemur í gildið frá 1. mai 2025 og hevur við sær, at fleiri tímar verða til børnini á stovunum.

Sambært fíggjarætlanini fyri 2025 eru 3 milliónir krónur játtaðar til hetta tiltakið, so leiðslutímarnir verða tiknir burtur úr normeringini.

Í dag fáa stovnar ein hálvan tíma um vikuna fyri hvørt barn til leiðsluuppgávur. Tann leisturin hevur verið óbroyttur síðan 2002. Tað hevur ført við sær, at bara stovnar við 80 børnum ella fleiri hava havt leiðara fulla tíð. Normeringin hevur sostatt verið ymisk, og leiðslutímarnir hava ofta kravt tíð, sum annars kundi verið brúkt til børnini.

Ein eftirmeting av dagstovnaøkinum varð gjørd í 2021. Har vórðu seks ítøkilig tilmæli orðað, og eitt teirra var at taka leiðslutímarnar burtur úr normeringini, soleiðis at leiðarin fekk betur stundir til leiðsluuppgávurnar.

Nú verður hetta tilmælið sett í verk, sum ein liður í arbeiðinum at betra trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum.