UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1
Føroyar – Moldova 2-0 (0-0)
Kvinnulandsliðið í fótbólti stýrdi dystinum móti Moldova frá byrjan til enda. Bert hendingaferð hevði Moldova nakað at bjóða upp á.
Fyri steðgin eydnaðist kortini ikki at fáa bóltin í málið. Men beint eftir steðgin legði Durita Hummeland Føroyar fram um, og tá ið eitt korter var eftir at spæla avgjørdi Heidi Sevdal dystin.
Týsdagin klokkan 17.00 spælir kvinnulandsliðið móti Gibraltar á Tórsvølli.
Mynd: Hans Erik Danielsen – FSF
Fótbóltssambandið hevur lagt hesar myndirnar á Facebook
UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
1 | Slovakia | 2 | 2 | 0 | 0 | 4 | 0 | 4 | 6 |
2 | Moldova | 2 | 1 | 0 | 1 | 1 | 1 | 0 | 3 |
3 | Faroe Islands | 2 | 1 | 0 | 1 | 1 | 3 | -2 | 3 |
4 | Gibraltar | 2 | 0 | 0 | 2 | 0 | 2 | -2 | 0 |