Sovjetsamveldið varð mett millum sterkastu tjóðirnar, tí teir høvdu júst vunnið EM 1960, har teir í finaluni møttu júst Jugoslavia, sum teir eisini møttu í byrjanardystinum undir HM í 1962. Eduard Dubynskyi mundi vera sera spentur, men gleðin fánaði burtur eftir fáar minuttir og fótbóltslívsleiðin lá brádliga í skeljasori.
Eduard Isaakovych Dubynskyi var føddur 6. apríl 1935 í Kharkiv í Ukraina, sum tá hoyrdi til Sovjetsamveldið og kom frá einari jødiskari familju við avmarkaðum fíggjarligum rásarúmi. Fótbóltsspælið gjørdist bjargingin, tá hann byrjaði at spæla við býarliðnum Lokomotyv Kharkiv, har hann beinanvegin varð settur á høgra bakk, sum hann legði hald á.
Hann var kvikur, bragdligur, ágrýtin og gjørdi góðan mun, sum hevði við sær, at onnur feløg varnaðust hann. Árið eftir skifti hann til Kyiv ODO. Fótbóltslívsleiðin fekk veruligt flog og hann vísti evnini fram á bestan hátt. Miðskeiðis í kappingarárinum bjóðaði ODO Sverdlovsk honum ein stóran posa av pengum, og Dubynskyi tók av. Stutt eftir vísti CSKA Moskva áhuga, og hann skifti til russiska felagið. Dubynskyi tók fótbóltsspælið í álvara og skjótt varð hann tilnevndur liðskipari. Hann var ein fyrimynd á liðnum, har hann spældi 7 kappingarár. Hann spældi tilsamans 112 landskappingardystir fyri CSKA Moskva og skoraði fyrstu trý málini sum yrkisleikari. CSKA Moskva vann kortini ongar heiðrar og skifti tíðum venjara.
Fyrsta útgávan av europameistaraheitinum fór av bakkastokki í 1960 og tað var Sovjetsamveldið, sum gjørdist fyrsti Europameistarin. Táverandi venjarin hjá Sovjetsamveldinum, Gavriil Kachalin, byrjaði kortini at gera nakrar tillagingar fram ímóti HM 1962 í Chile og í undankappingini vann Eduard Dubynskyi sær pláss í byrjanaruppstillingini.
1,74 metra høgi Dubynskyi var myrkhærdur, sterkur og djarvur. Kachalin gav honum tí møguleikan at byrja á bakkinum. Sovjetsamveldið varð mett millum sterkastu tjóðirnar, tí teir høvdu júst vunnið EM, har teir í finaluni møttu júst Jugoslavia, sum teir eisini møttu í byrjanardystinum undir HM í 1962. Dubynskyi mundi vera sera spentur, men gleðin fánaði burtur eftir fáar minuttir og fótbóltslívsleiðin lá brádliga í skeljasori.
Eftir seinna heimsbardaga legði Jugoslavia hugsjónarligan sjógv til hini kommunistisku londini, tí tað frá 1949-57 bert spældi venjingardystir ímóti ikki-kommunistiskum londum. Tað sama gjørdu jugoslavisku klubbliðini, og støðið í heimligu kappingini var millum tey bestu á europeiska meginlandinum. Undan HM 1962 í Chile kláraði Jugoslavia seg sera væl í endaspølum, tí liðið tapti tríggjar OL-finalur á rað (1948, 1952 og 1956), áðrenn tað eydnaðist at vinna OL 1960 í Italia. Harumframt hevði liðið tapt tepurt undir HM anno 1958 í fjórðingingsfinaluni til Vesturtýskland og hevði somuleiðis tapt allarfyrstu EM-finaluna í 1960 eftir umdyst ímóti Sovjetsamveldinum.
Sovjetsamveldið hevði vunnið OL-finaluna í 1956 og allarfyrstu EM-finaluna í 1960 ímóti Jugoslavia, so tað var stórur spenningur undan byrjanardystinum undir HM 1962 í Chile, tá verandi EM-meistarin skuldi møta verandi OL-meistaranum.
Fólk bíðaðu í spenningi eftir umdystinum millum tvey tey bestu liðini á europeiska meginlandinum, samanbrestinum millum Sovjetsamveldið og Jugoslavia (hini vóru Spania og Tjekkoslovakia), men stutt undan steðginum var ein óhugnalig sjón, sum endaði við at fáa vanlukkuligar fylgjur.
Bosniarin Muhamed Mujić spældi áleypari fyri Jugoslavia í OL-finaluni í 1956 og gjørdist fyrsti landsliðsliðsleikarin hjá Velež Mostar. Hann var nú liðskipari hjá Jugoslavia og bert fáir minuttir vóru spældir, tá hann fekk eitt djúpt sár á økilin. Við stórari pínu kom bosniarin inn aftur á vøllin, men hann hugsaði bara um at fáa hevnd.
Beint undan hálvleikssteðginum skuldi Dubynskyi sparka bóltin burtur av vandaleið, tá Muhamed Mujić, helt áfram at renna, hóast hann ongan sum helt møguleika hevði at fáa bóltin, men kortini tveitti seg fyrilitarleyst við kós móti høgra beininum hjá mótstøðuleikaranum. Úrslitið var skelkandi; Dubynskyi breyt bæði skinnabeinið og knæsbótarleggin.
Dómarin, vesturtýskarin Albert Dusch, sum longu hugdi ein annan veg, dømdi ikki fríspark. Hinvegin tóku liðfelagarnir hjá Mujić sakina í egnar hendur og beindu hann av vøllinum orsakað av brotsverkinum, sum hann júst hevði framt. Skemdargerðin fekk eisini avleiðingar fyri Muhamed Mujić, tí hann varð heimsendur í úrtíð og slapp ongantíð aftur at royna seg á altjóða fótbóltspallinum.
Ímeðan fekk ukrainski verjuleikarin hjálp og okkurt pínulinnandi. HM-endaspælið var fyri hansara viðkomandi liðugt, áðrenn tað veruliga var komið í gongd og útlitini fyri, at fótbóltslívsleiðin kundi halda áfram, vóru ikki góð.
Dysturin endaði 2-0 til Sovjetsamveldið, men umframt skaðan hjá Dubynskyi vísti læknafrágreiðingin, at Slava Metreveli endaði við 12 pentum í eygnabrúnni og Viktor Ponedeljnik fekk sálarligan snudd orsakað av einum løsti í øklinum. Nasaskilarúmið varð eisini brotið hjá jugoslavanum Željko Matuš.
Trettan mánaðir seinni byrjaði hann aftur at spæla, men hann var snøgt sagt ikki sami leikari, men Mujić slapp heldur ikki at vísa seg fram aftur á altjóða fótbóltspallinum, tí hann varð fordømdur í heimlandinum orsakað av hørðu framferðini.
Eduard Dubynskyi spældi bert tveir landsdystir eftir skaðan og fótbóltslívsleiðin á landsliðnum endaði við, at italienarin Ezio Pascutti skallaði hann í 23. minutti, tá Ponedelnik hevði lagt Sovjetsamveldið á odda 1-0 í undankappingini til EM í 1964. Pascutti varð útvístur og Sovjetsamveldið vann 2-0.
Í 1964 flutti Dubynskyi til Ungarns fyri at spæla við KFK YuGV, men gamli skaðin nívdi hann so mikið nógv, at hann spældi ongan dyst. Frægari gekst hjá SKA Odessa, har hann spældi 14 dystir og skoraði eitt mál. Seinastu tvey kappingarárinum hoyrdi hann til hópin hjá Metallurg Lipetsk, men spældi ongan dyst.
Hann var bert 33 ára gamalur, tá ið hann í 1968 fekk staðfest krabbameinsvøkstur orsakað av, at beinbrotini frá 1962 ikki vildu lekjast aftur. Hann varð skurðviðgjørdur fleiri ferðir, til læknarnir ikki høvdu annað val enn at taka vinstra bein. Fylgdarsjúkan av tvørrandi grøðingini hevði við sær, at hann doyði árið eftir tann 11. mai 1969; bert 34 ára gamalur.