Løgmanssteypið: Stórdystir í Havn og Gøtu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrstu fimm dystirnir í 1. umfari í steypakappingini um Løgmanssteypið verða spældir í dag. Tveir dystir verða spælir mikukvøldið.

Á Argjum tekur AB úr 1. deild móti FC Suðuroy úr Betrideildi, og hóast liðini eru í hvør síni deild, kann lættliga gerast talan um ein spennandi dyst, tí FC Suðuroy fluttu upp í bestu deildina í fjør.

Á Skála er eisini dystur millum lið úr 1. deild og Betrideildini. Her er eisini møguleiki fyri einum jøvnum dysti, tí Skála flutti niður í fjør, meðan TB fór hinvegin og flutti upp. Skála hevur eisini fingið eina góða byrjan í 1. deild, meðan TB má berjast fyri hvørjum stigi í Betrideildini.

Í Havn bresta mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti, HB og KÍ. HB er steypiliðið av øllum í Føroyum, meðan KÍ seinnu árini ofta er farið tíðliga úr steypakappingini.

Eisini í Gøtu er stórdystur, tá ið føroyameistararnir Víkingur taka móti oddaliðnum í Betrideildini NSÍ. NSÍ hevur spælt sera væl fyrstu dystirnar í ár, meðan Víkingur hevur havt sera trupult við at finna stevið higatil í ár.

Í Sørvági tekur 07 Vestur móti B36. B36 sær út til at hava fóta sær við sínum nýggja liði, meðan 07 Vestur ikki eru komið veruliga í gongd enn og er aftast í Betrideildini við einum stigi.

Mikukvøldið spæla B68 og ÍF á Toftum, og FC Hoyvík og B71 í Hoyvík.


1. umfar í kappingini í Løgmanssteypið

Mánadag

  • Kl. 17:30 AB – FC Suðuroy
  • Kl. 17:30 Skála ÍF – TB
  • Kl. 18:30 Víkingur – NSÍ
  • Kl. 18:30 07 Vestur – B36
  • Kl. 18:30 HB – KÍ

Mikudag

  • Kl. 18:00 FC Hoyvík – B71
  • Kl. 18:30 B68 – ÍF