Føroyingar brúka gjaldskortið alsamt meira uttanlands

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

30 prosent av gjaldskortnýtsluni hjá føroyingum er uttanlands. Sambært bankunum verður ein vaksandi partur av gjaldskortnýtsluni brúktur uttanlands. Í 2019 var góð 20 prosent av kortnýtsluni uttanlands, og í 2024 var hetta talið komið upp á 30 prosent. Í hesum talinum er umframt beinleiðis kortnýtsla uttanlands eisini hald til stroymingtænastur, spøl á netinum og keyp á útlendskum heimasíðum, sum gerst alsamt meira vanligt.

Samlaða gjaldskortnýtslan hjá føroyskum húsarhaldum var eitt vet hægri í 2024 samanborið við 2023. Kortnýtslan var tó lág í juni mánað orsaka av verkfallinum. Annars var gongdin mánað fyri mánað í 2024 meinlík tí í 2022 og 2023.

Nýtslan hjá húsarhaldunum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Í føroyska búskapinum er eftirspurningurin frá húsarhaldum ein týðandi partur av samlaðu búskaparligu gongdini. Tí verður hildið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka nýtsluna, bæði upp og niður.


Talva: Várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum 2025