Í tíðindunum á FM1 á middegi tosaði Árni Gregersen við Høgna Hansen frá Fiskamarknaðinum á Toftum.
Høgni Hansen sigur, at tað hevur verið nógvur fiskur, eini 170 tons, á søluni í morgun. Av tí eru knapt 140 tons útróðrarfiskur og so er tað okkurt frá trolarum og garnabátum.
Tað mesta, eini 90 tons, eru toskur, 13,5 tons á hýsu, og so eitt sindur av svartkalva og havtasku.
Høgni Hansen letur eisini væl at prísinum. Toskur 1 fer fyri 37 krónur, toskur 2 fyri 35 krónur, toskur 3 fyrri 30 krónur og toskur 4 fyri góðar 30 krónur.
Hýsan hevði eisini góðan prís í morgun, 29 krónur fyri stóru hýsuna, 32 fyri hýsu 2, og 30 fyri hýsu 3. Tað eru veldigir prísir, sigur Høgni Hansen.
Hann sigur eisini, at komandi vikuna tekur steymurin spakuliga til, men hann verður ongantíð veruliga harður. Teir lova gott veður, so tað sær út til at teir sleppa út hvønn dag, um teir leggja í.
Viðvíkjandi línuskipunum, so er bara ein ísfiskabátur, tað er Núpur. Hann er norðan fyri og fær mest tosk og hýsu. Frystibátarnir eru fleiri í Grønlandi, onkur í Íslandi og onkur undir Føroyum. Teir hava bara eitt sindur longri túrar. Men onkur av teimum fer at koma heim nakað skjótt.
Partrolararnir eru eisini fleiri úti. Teir royna eftir upsa, og onkur fer at leggja um til gulllaks. Fiskaríið hevur verið eitt sindur missjavnt, men teir fáa so altíð eitt sindur av hvítum fiski, toski, hýsu og eitt sindur av longu, og so nakað av upsa.
Prísurin á upsa frá snellubátunum og smáu trolarunum eru umleið 13 krónur fyri upsa 1 og upsa 2, meðan upsi 3 fer fyri heilar 14 krónur.
Lurta eftir allari samrøðuni við Høgna Hansen her: