1. umfar Løgmanssteypið: Víkingar reistust – Skála flongdi TB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimm dystir í 1. umfar í steypakappingini í mansfótbólti vóru spældir í kvøld.

Í Gøtu fótaðu meistararnir úr Víkingi sær aftur, eftir eina trupla byrjan upp á kappingarárið. Teir sendu oddaliðið í landskappingini, NSÍ út aftru til Runavíkar við einum 3-1 ósigri. Aron Knudsen legði legði NSÍ fram um, men Poul Kallsberg og Stefan Radosavlevic syrgdu fyri, at Víkingur kom fram um fyri steðgin. Seint í seinna hálvleiki staðfesti Jørgen Nielsen 3-1 sigurin.


B36 helt í fram við góðu gongdini móti 07 Vestur í Sørvági í kvøld. Pætur Petersen skoraða tríggjar ferðir, harav tvær ferðir upp á fríspark. Edvin Jakobsen minkaði til 3-1 fyri 07 Vestur eftir eitt væl spælt álop.


Úti á Argjum vann AB úr 1. deild 1-0 móti FC Suðuroy. Málið kom fimm minuttir fyri steðgin, eftir eitt sera bíligt brotsspark, sum Bartal Skaalum Petersen sendi í málið. Sami Bartal Skaalum Petersen fekk sítt annað gula kort eitt korter inn í hálvleik, men FC Suðuroy megnaði ikki at gera gagn av yvirtalsstøðuni.


Skála, sum eisini spælir í 1. deild flongdi tvørámenn, sum máttu suður aftur við einum 8-0 ósigri. Martin Johansen skoraði fýra ferðir, Simon Jørgensen tvær ferðir og Kristian Martin Jacobsen og Rói Olsen skoraðu hvør sítt mál..


Serstøk grein um dystin HB – KÍ:
Tíggju KÍ-arar sendu vánligt HB-lið úr steypakappingini