Ferðsluvanlukkan oman fyri Skála í seinastu viku hevur kostað eitt mannalív.
Ein 17 ára gamal drongur er deyður av løstunum, sum hann fekk, tá ið skutarin, sum hann koyrdi, og ein bilur, sum koyrdi sama veg, stoyttu saman.
Drongurin var fyrst sendur á Landssjúkrahúsið og haðani til Danmarkar.
(Mynd: Google Street View)