,

Besta árið síðan 2006

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Pensjónirnar hjá kundunum hjá Betri Pensjón vuksu nógv í virði í 2024, tá íløgurnar
góvu besta avkastið í nógv ár. Tað var í miðal 9,7%, harav kundarnir við lægsta váða
fingu eitt avkast á góð 5%, meðan kundarnir við hægsta váða fingu 17,5%.

Sum heild gjørdist árið tað besta, síðani Betri Pensjón varð stovnað í 2006.

Íløgumarknaðurin kláraði seg betur enn útlitini vóru við ársbyrjan, og tjóðbankarnir í
Evropa og USA lækkaðu báðir rentuna. Millum annað hetta hevur givið kundunum og eisini
pensjónsfelagnum eitt stak gott úrslit. Hartil hevur felagið ongantíð áður fingið so nógvar
nýggjar kundar sum í 2024 og inntøkurnar frá tryggingar- og pensjónsgjøldum vuksu 15% í
mun til árið fyri.

“Vit eru sera fegin um, at framdar íløgur í 2024 hava givið kundum okkara so gott úrslit.
Sum heild hevur árið eydnast væl. Serliga eru vit fegin um, at kundarnir hava fingið so gott
avkast. Tað liggur millum 5 og 17,5%. Miðalavkastið var á 9,7%, sum avspeglar, at
føroyingar sum heild velja at hava lutfalsligan lágan váða á sínum pensjónum, sigur Helgi L.
Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Stjórin vísir tó eisini á, hvussu skjótt tað kann ganga báðar vegir, tí órógvið á
fíggjarmarknaðunum higartil í ár hevur havt við sær, at kundarnir í Betri Pensjón í miðal
hava eitt negativt avkast á 2% fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2025.

Lyklatøl fyri 2024

  • Ársúrslit eftir skatt 9,6 mió.
  • Tryggingar- og pensjónsinngjøld 228 mió.
  • Avkast hjá kundum í miðal 9,7%
  • Eginogn 81,2 mió.
  • Íløguogn hjá kundunum við árslok 2.274 mió.
  • Solvensdekningur 255%


Ársfrágreiðingin kann lesast her.