Klokkan 17.00 í dag er kvinnulandsdystur í fótbólti á Tórsvølli. Føroyar spæla móti Gibraltar og verður metta at vera favorittar at vinna dystin.
Í vikuskiftinum vunnu Føroyar 2-0 móti Moldova, og okkara kvinnur stýrdu dystinum frá byrjan til enda. Durita Hummeland og Heidi Sevdal skoraðu málini.
FM1 byrjar at senda beinleiðis frá dystinum klokkan 16.50.
UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
1 | Slovakia | 2 | 2 | 0 | 0 | 4 | 0 | 4 | 6 |
2 | Moldova | 2 | 1 | 0 | 1 | 1 | 1 | 0 | 3 |
3 | Faroe Islands | 2 | 1 | 0 | 1 | 1 | 3 | -2 | 3 |
4 | Gibraltar | 2 | 0 | 0 | 2 | 0 | 2 | -2 | 0 |
Mynd: Hans Erik Danielsen – FSF