Pensjónsaldurin hækkar ikki hjá teimum, sum hava arbeitt alt lívið. Tað boðar Almenna- og mentamálaráðið frá í dag.
Landsstýrismaðurin í Almanna- og Mentamálum, Eirikur í Jákupstovu, hevur lagt eitt lógaruppskot fram, sum tryggjar, at tey, ið hava arbeitt áhaldandi síðan tey vóru ung, kunnu fara á pensjón, áðrenn tey verða 70 ár, sum almenni pensjónsaldurin hækkar til í 2046. Uppskotið tryggjar pensjón til tey, sum hava havt í minsta lagi hálvtíðarstarv í 50 ár.
Tað merkir, at til dømis ein persónur, sum hevur arbeitt síðan hann var 16 ára gamal, kann fara á pensjón sum 66 ára gamal, meðan tey, sum byrjaðu at arbeiða 18 ára gomul, kunnu fáa pensjón sum 68 ára gomul.
Hædd verður tikin fyri barnsburðarfarloyvi og øðrum viðurskiftum sum arbeiðsloysi og sjúkrafráveru.
Uppskotið er liður í, at pensjónsaldurin skjótt verður broyttur við framrokningum av livialdrinum, men samstundis verður tryggjað, at tey, sum hava lagt eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, fáa rímiligar treytir.
Í uppskotinum, ið Sirið Stenberg, fyrrvernandi landsstýriskvinna í almannamálum, bar í Tingið, hækkar pensjónsaldurin við einum ársfjórðingi um árið. Fyrstu ferð í 2035 og seinastu ferð í 2042, tá ið pensjónsaldurin hækkar til 70 ár