Ásla gekk á odda, tá ið landsliðið vann 5-0

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1
Føroyar – Gibraltar 5-0 (2-0)

Tað var beinanvegin greitt, at Føroyar vóru nógv betri enn gestirnir úr Gibraltar, og tað var eisini væntað frammanundan. 500 áskoðarar vóru til dystin, og teir sóu ein undirhaldandi fótbóltsdyst.

Ein lítla løtu var Gibraltar eitt lítið sindur við í spælinum, men so tók Føroyar yvir alt spælið.

Mitt á miðjuni var Ásla Johannesen snúvningspunktið á liðnum, og tað sæst at hon spælir á einum hægri støði enn tær flestu av hinum. Hon var altíð tøk at móttaka bóltin og flutti bóltin skjótt frá síðu til síðu.

Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn Føroyar skoraðu, og tá ið 20 minuttir vóru spældir, endaði bólturin hjá Eyðvør Klakstein, sum legði Føroyar fram um 1-0. Eyðvør var eisini ein av góðu føroysku leikarunum.

Nakrar minuttir seinni skoraði ein annar eyðsýndur leikari til 2-0. Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var ein støðug hóttan í vinstru síðu og umframt at skora, legði hon eisini nógvar góðar bóltar inn fyri úr vinstru síðu.

Seinni hálvleikur minti um fyrra. Gibraltar var við eina løtu, og so var tað Føroyar fyri rest.

Í 58. minutti økti Heidi Sevdal til 3-0, tá ið ein bóltur varð lagdur útfrá aftur, og við fløtum skoti skoraði Heidi Sevdal sítt 31. mál fyri Føroyar.

Dystargongdin helt fram, og tá ið 88 minuttir vóru spældir skoraði føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, dagsins besta mál, tá ið hon við vinstra beini nakað til vinstru fyri málið, hamraði bóltin í málið, sera flott.

Beint fyri tíð skoraði dagsins leikari, Ásla, so aftur. Harvið setti hon punktum á einum góðum føroyskum avriki og ikki minst ein góðum persónligum avriki.

Føroyar hava nú 9 stig fyri 4 dystir, og eru nummar tvey í bólki C1 aftanfyri Slovakia, sum hevur 12 stig.

Fyrst í mai spæla Føroyar fyrst úti móti Moldova, og so heima móti Slovakia. Tá hava Føroyar við tveimum sigrum møguleika at gerast javnar í stigum við Slovakia, sum tó hevur væl betri málmun enn Føroyar. Útidystin móti Slovakia taptu okkara kvinnur 3-0, so tað verður ikki lætt at koppa slovakum, sum sýnast at vera nógv besta liðið í bólkinum.


UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1
Føroyar – Gibraltar 5-0 (2-0)

1-0 20′ Eyðvør Klakstein
2-0 27′ Jensa Tórolvsdóttir
3-0 58′ Heidi Sevdal
4-0 88′ Ásla Johannesen
5-0 90+3′ Ásla Johannesen

Føroyar:
Óluva Joensen – Birita Ryan, Heidi Sevdal (63’Petra Hoydal), Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein (82’Rúna Jacobsen), Julia Naomi Mortensen (46′ Jancy Mohr), Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir (63’Rakul Sørensen), Tórunn Højgaard Joensen, Sara Lamhauge (46’Fridrikka Klementsen), Durita Hummeland

Á beinkinum:
Eyðgerð Mikkelsen, Anna Mikkelsen, Maria Johansen, Anna Brændstrup


UEFA Nations League kvinnur, deild c, bólkur 1