Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. mai 2025 til 1. mai 2027. Sambært sáttmálanum hækka lønirnar við 4,32 prosentum frá 1. mai 2025 og við 3,87 prosentum frá 1. mai 2026.
Ein nýggj áseting kemur í gildi 1. januar 2026, sum ger, at døgurðasteðgurin ikki longur verður drigin frá arbeiðstíðini. Starvsfólk, sum arbeiða meira enn fimm tímar um dagin, fáa løntan døgurðasteðg upp á í minsta lagi 20 minuttir.
Broytingar í lønartalvunum hava við sær, at trý lønarstig verða tikin burtur í tveimum lønarbólkum, soleiðis at tað fer at ganga skjótari at røkka endastiginum.