624 bilar kunnu missa nummarplátuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Akstovan hevur latið politistøðunum kring landið 624 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi.

Tað merkir, at politiið kann taka nummarspjøldrini av hesum akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvárið 2025.

Kann eigarin av akfarinum ikki váttað, at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.