Dartleikarar úr nýggju ymiskum londum eru við í atjoða dartkappingum Faroe Islands Darts Open og Tórshavn Darts Open á Glasi fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Í alt hava 167 leikarar meldað til. Tað er hægsta leikaratalið nakrantíð til hesar kappingar, og fyri fyrstu eru útlendsku dartleikararnir fleiri enn teir føroysku.
Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki, meðan leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum.
Kappingin sunnudagin hevur silvurkategori, sum tvífaldar HM-stigini. Tað hevur lokkað sterkar leikarar úr fleiri londum.
Hjá monnum eru til dømis nummar 1 í Íslandi og Svøríki, nummar 2 í Týsklandi, Skotlandi og Niðurlondum og nummar 5 í Onglandi við.
Hjá kvinnum eru nummar 1 í Íslandi, Svøríki, Danmark og Niðurlondum við. Serliga Lerena Rietbergen úr Niðurlondum er ein spennandi leikari. Hon er nummar 3 á heimssstykilistanum.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at kappingini hjá unglingum er altjóða skrásett, og nógvir føroyskir unglingar verða við.
44 dartbanar verða settir upp í ítróttahøllini á Glasi. Hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum at síggja dart á altjóða stigi.
Kringvarpið stroymir frá avgerðandi dystunum leygarkvøldið frá klokkan 19 og sunnudagin frá klokkan 16.


