Avgerandi HM-undandystur í hondbólti, kvinnur (fyrri dystur)
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)
Føroyar byrjaðu við Rakul Wardum í málinum, og frá vinstru til høgru vóru Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Maria Pálsdóttir Nolsøe, Jana Mittún, Elsa Egholm og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen. Á strikuni spældi Pernille Brandenburg. Brynja Høj kom inn fyri Mariu í verjuni.
Fyrsta korterið hjá Føroyum gekk nokk so trekt, og grundin til tað, vóru serliga tey mongu brendu skotini. Veingirnir brendu fleiri skot og Jana Mittún brendi eisini. Eisini brendu vit tvey brotskøst.
Men eisini í verjuni haltaði fyrsta korterið. Rakul Wardum tók ikki tað stóra í málinum, umframt at hon tveitti tveir bóltar beint í hendurnar á litavum.
Sum heild gekst tó væl at koma í gjøgnum verjuna hjá Litava og serliga riggaði væl at spæla tunt út í høgru síða. Jana Mittún legði trýstið á miðjuni, og Elsa Egholm dugdi sum altíð væl at spæla út til høgra vong, har Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fekk heilt nógv skot og skoraði hampiliga væl.
Sum fyrri hálvleikur leið kom okkara verja spakuligu upp á pláss. Teirra langskot mistu spakuliga orkuna, og eisini fekk okkara verja steðga teimum mongu bóltunum, sum Litava royndi at spæla inn á strikuna.
Dysturin tók eina vend, meðan Litava var í yvirtali. Litava skoraði einki hesa løtuna, meðan Føroyar skoraðu tvær ferðir. Millum annað skoraði Fríða Nolsøe Olsen sítt fyrsta landsliðsmál.
Nú fóru okkara leikarar at skora betri. Rannvá Olsen og Karin Egholm komu inn á veingirnar, og tær skoraðu báðar væl upp á sínar møguleikar.
Føroyar fóru frá at vera aftanfyri 7-9 til at vera framman fyri 11-9. Góða gongdin helt fram restina av fyrra hálvleiki, og nú skoraðu vit eisini upp á tvey brotskøst, sum Anna Elisabeth sendi málið. Í hálvleikinum var 15-11 til Føroyar.
Litava byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki, men Føroyar svaraðu beinanvegin aftur. Nú komu málini serliga frá bakspælarunum. Jana og Maria struku gjøgnum verjuna, og tá ið Fríða Nolsøe Olsen kom inn fyri Mariu, so stóð hon einki aftan fyri, og hon legði bæði upp til mál og skoraði.
Litava tók leikbrá við støðuna 23-18. Men verjan hjá Føroyum framhaldandi stinn, og Litava fann ikki vegin gjøgnum. Eisini var Rakul Wardum komin aftur í málið, og hon bjargaði nøkrum skotum.
Í álopinum komu vit framvegis lætt í gjøgnum, og nú skoraðu vit næstan upp á hvønn einasta møguleika.
Litava tók sítt seinasta leikbrá í enn eini roynd at venda gongdini, men lítið hjálpti.
Litava megnaði enn einaferð ikki at revsa eina yvirtalsstøðu, og við hvirluvindinum og dagsins leikara Janu Mittún á odda, hildu Føroyar fram at koma til góðar møguleikar og skora.
Seinastu minuttirnar orkaði Litava als ikki at fylgja við Føroyum. Tær mistu nógvar bóltar, og føroysku skjótálopini skolaðu móti litaviska málinum. Alt riggaði og millum annað kom Marita Mortensen inn og skoraði nøkur mál.
Lagið í høllini var nú rættiliga gott, og áskoðararnir gjørdust alsamt meira ljódligir.
Endin varð, at Føroyar vunnu 36-26, og eitt sera gott hondbóltskvøld í høllini við Tjarnir var av.
Eftir eina treka byrjan riggaði nærum alt, og móti endanum av dystinum nýtti lansliðsvenjarin høvi at brúka fleiri leikarar, og allar tóku av møguleikanum. Einasta lítla skeinan í lakkinum var reyða kortið, sum Annu Elisabeth fekk, tí honn rakti eitt brotskast í høvdið á málverjanum.
Við tíggju máls sigrinum í skjáttuni er torført at síggja, at tað skal misseydnast hjá okkara hondbóltskvinnum at spæla seg til til HM-endaspælið í desembur.
Útgangsstøðið er í hvussu er sera gott undan seinna dystinum, sum verður spældur í Litava sunnudagin klokkan 14.00.
Avgerandi HM-undandystur í hondbólti, kvinnur
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)
Føroyar:
- Jana Mittún 9
- Maria Pálsdottir Nólsoy 6
- Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
- Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3
- Pernille Brandenborg 3
- Marita Mortensen 3
- Karin Egholm 3
- Rannvá Olsen 2
- Fríða Nolsøe Olsen 2
- Elsa Egholm 1
- Brynja Høj
- Silja Arngrímsdóttir Müller (má)
- Rakul S. Wardum (má)
- Bjarta Osberg Johansen
- Lukka Arge
- Lív Bentsdottir Zachariasen
Útvísingar: Brynja Høj, Elsa Egholm og Maria Pálsdóttir Nolsøe
Reytt kort: Anna Elisabeth Weyhe