Hannes Agnarsson er tann eyðsýndi liðskiparin á tí nýggja B36 liðnum, sum sær út til at hava fingið fótin fyri seg í landskappingini. Saman við honum fara vit at viðgera broytingarnar á liðnum og í spælistílinum. Men vit fara eisini at umrøða hansara leiklut sum liðskipari og møguleikarnar sum liðið hevur í ár.
Hannes Agnarsson hevur spælt í B36 síðan hann var smádrongur. Hann er tí ein tann fremsti til at kenna týdningin av, at felagið roynir at menna egnar leikarar, og geva teimum møguleikan á besta liðnum. Fyrsta slagið um Havnina í ár verður hetta vikuskiftið, og vit fara sjálvandi eisini at umrøða henda dystin. Vit fara harafturat at rógva aftur á onkrar stórdystir, sum Hannis hevur spælt, m.a. ta tiltiknu 9/11 steypafinaluna móti grannunum í 2018.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.