Áhugin fyri at síggja hondbóltslandsliðini hjá kvinnum og monnum er ovurhondsstórur, og seraliga til manslandsdystirnar hava atgongumerkini nú í nøkur ár verið skrødd burtur eftir fáum minuttum.
Fríggjadagin verður aftur møguleiki at keypa atgongumerki til hondbóltslandsdyst.
Klokkan 10.00 fríggjadagin verða atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina sett til sølu. Dysturin verður sunnudagin 11. mai klokkan 17.00 í høllini við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.
Hetta er seinasti og avgerandi dysturin í EM-undankappingini til EM 2026. Alt kann enn henda í bólki 6, og øll liðini hava enn møguleika at vinna bólkin.
Føroyar spæla fyrst útidystin í Kosovo hósdagin 8. mai, og koma síðan heim til Føroyar til seinasta dystin í bólkinum, sunnudagin 11. mai.
Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, men mugu sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.
Hondbóltssambandi boðar frá, at atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil kann verða meldaður til løgregluna.