Umhvørvismáliðráðið hevur lýst eina kunngerð, sum ásetur reglur fyri sigling nær landi, har fuglur heldur til og 500 metrar úr landi.
Frá 15. apríl til 31. august er tað ikki loyvt at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman í hesum økjum. Harumframt er bannað at órógva umhvørvið við óneyðugum gangi, eitt nú hørðum tónleiki.
Endamálið við kunngerðini er at verja fuglalív, bæði á landi og á sjónum, har fuglar ella fuglastovnar kunnu verða órógvaðir av sigling.
Motorrikin stuttleikafør, sum til dømis vatnskutarar, hava eisini avmarkaðar møguleikar í Ramsar-økjum í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi. Hesi øki eru lýst á kortum í kunngerðini.
Undantøk frá reglunum eru tó galdandi í neyðstøðum, sum til dømis við sigling, ið er neyðug fyri bjarging, grindarakstur ella onnur trygdarviðurskifti.
Brot á reglurnar verða revsað við sekt, og feløg og løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í revsilógini.
Kunngerðin kom í gildi dagin eftir, at hon var kunngjørd, og samstundis fór kunngerðin frá 2017 úr gildi.
Umhvørvismálaráðið leggur dent á, at sigling í viðkvomum økjum skal vera við fyriliti fyri umhvørvi og fuglalívi.











