Tjóðveldi hevur valt nýggjar limir í nakrar løgtingsnevndir, eftir at Høgni Hoydal, fyrrverandi formaður, nú hevur tikið sæti á tingi.
Liljan Weihe, sum hevur umboðað flokkin í uttanlandsnevndini, er tveitt út og Høgni Hoydal hevur tikið hennara sess. Hon var varalimur í Norðurlandaráðnum og tók við tí sessinum í Norðurlandaráðnum, tá ið Erling Ejdesgaard fór úr tinginum. Tann sessin misti hon eisini til Høgna Hoydal.
Liljan Weihe var annað av tingfólkunum hjá Tjóðveldi, sum boðaði frá, at hon fór at atkvøða fyri missáliti á Ingilín Strøm. Hin var Erling Ejdesgaard.
Høgni Hoydal er nýggjur limur í uttanlandsnevndini. Dennis Holm avloysir Eirik í Jákupsstovuí fíggjarnevndini. Hervør Pálsdóttir avloysir Dennis Holm í mentamálanevndini.
Tingið samtykti omanfyri nevnda uttan atkvøðugreiðslu.
Erling Eidesgaard var løgtingsgrannskoðari. Á tingfundinum í dag boðaði Tjóðveldi frá, at Annika Olsen er nýggjur løgtingsgrannskoðari.