Burndeildin menn, 1. hálvfinala av trimum
StÍF – Kyndil 29-25 (15-9)
StÍF var munandi betra liðið í fyrra hálvleiki, og serliga var tað Rasmus Østergaard í málinum, sum við fleiri bjargingum gjørdi, at StÍF hevði munin. Eisini bjargaði hann og hin málverjin Markus Egeberg Jacobsen fleiri brotskøstum. Hinvegin skoraði helst Føroya tryggasti brotskastskjútti, Torkil Dahl hjá StÍF, trygt upp á øll síni brotskøst
StÍF-ararnir vóru væl upplagdir framman fyri teimum mongu larmandi heimaáskoðarunum. Spælið var tolið, og málini komu frá fleiri ymiskum leikarum. Í hálvleikinum førdi StÍF 15-9
Í seinna hálvleiki helt StÍF fast í leiðsluni væl inn í seinna hálvleik, og førdu 21-16, tá ið eitt korter var spælt.
Men best sum tað einki sá út hjá Kyndli, so vaknaði vinnarin av grundspælinum. Ovi Lutzen gekk á odda álopinum, hóast hann ikki skoraði so nógv mál. Tobias Thiesen vakanaði eisini og skoraði nøkur mál, umframt at Tórður Guttesen í málinum hjá Kyndli tók fleiri skot, og skjótt át Kyndil seg inn á StÍF, og tá ið 19 minuttir vóru spældir, var støðan 19-21.
StÍF tók leikbrá, og tað hjálpti. Dysturin stóð nú í stað, og liðini skiftust um at skora. Kyndil tók so leikbrá, men framhaldandi var munurin umleið tey trý málini, og Kyndil kláraði ikki at koma nærri, og endin var, at StÍF vann fyrstu hálvfinaluna 29-25.
Hjá StÍF skoraði Pauli Rasmussen 7 mál, meðan William Skovsager og Tobias Thisen skoraðu 5 mál hvør fyri Kyndil.
Onnur hálvfinalan verður spæld í høllin i á Hálsi í Havn sunnukvøldið klokkan 19.00.
